Treytir fyri hald

Vælkomin á Vaskimenn.fo. Hesar treytir eru galdandi fyri nýtslu av okkara heimasíðu og tænastum, og tær lýsa rættarviðurskiftini millum teg sum kunda og Vaskimenn.fo. Við at brúka okkara heimasíðu, góðtekur tú hesar treytir til fulnar.

Tænastur
Vaskimenn.fo selur vindeygavask, har viðskiftafólk kunnu keypa eitt vindeygavask ella tekna vindeygavaskihald við ávikavist vindaeygavaski einaferð um mánaðin, annanhvønn mánaða ella fýraferðir um árið. Mann teknar hald á heimasíðuni: https://vaskimenn.fo/nethandil/ 

Skráseting og konta
Fyri at kunna nýta okkara tænastur, mást tú stovna eina kontu og upplýsa gyldugar gjaldsupplýsingar. Tú hevur ábyrgdina av, at tínar upplýsingar eru rættar og dagførdar.

Gjald
Gjald fyri okkara tænastur fer fram umvegis gjaldskortið, sum tú hevur upplýst, tá ið tú hevur teknað hald ella bílagt einkult vask. Peningurin verður drigin 2–3 dagar eftir at vindeyguni eru vaskað. Allir prísir eru upplýstir á heimasíðuni og íroknað galdandi meirvirðisgjald.

Tínar kortupplýsingar
Við tína fyrstu gjalding goyma vit tínar kredittkortupplýsingar í sjey dagar fyri at lætta um viðgerðina av transaktiónini. Til haldini, sum verða drigin eftir veitta tænastu, hava vit gjørt eina innloysnaravtalu við Clearhouse. Allar haldstransaktiónir verða viðgjørdar gjøgnum QuickPay, okkara álítandi gjaldsgátt. Nágreinari upplýsingar um, hvussu Clearhouse og QuickPay viðgera og goyma dáta, verður víst á teirra heimasíðu.

Hald og skylda
Tá ið tú teknar hald, bindur tú teg til valda talið av vaski um árið. Haldið heldur fram sjálvvirkandi til tað verður uppsagt.

Uppsøgn
Tú kanst siga haldið upp til eina og hvørja tíð við gildi frá næsta gjaldstíðarskeiði. Uppsøgn skal gerast skrivliga umvegis teldupost á nethandil@vaskimenn.fo.

Afturtøkurættur
Við keyp av vindeygavask fellur reklamatiónsrætturin burtur. Tá ið vaskið er gjørt, missir tú rættin til afturbering, tí tænastan verður roknað sum fullførd. Hetta merkir, at tú ikki kanst fáa endurgjald fyri framt vask. Tó kanst tú boða okkum frá, um tú ert missnøgd/-ur við tænstuna skjótast møguligt (seinasta lagi 24 tímar eftir vaskið), so koma vit at eftirhyggja, um vaskið hevur manglar og rætta, um mett verður at tað ikki er gjørt nóg gott.

Persónsupplýsingar
Vit viðgera tínar persónsupplýsingar í samsvari við okkara persónsupplýsingarpolitikk, sum tú finnur á okkara heimasíðu. Við at góðtaka hesar treytir, samtykkir tú, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar, sum lýst.

Fráboðan
Vit stremba eftir at veita høga góðsku í okkara tænastum, men vit kunnu ikki tryggja, at tænasturnar altíð lýka tínum væntanum ella eru feilfríar. Fráboðanir kunnu latast til:
Vaskimenn
Tel: 503300
T-post: nethandil@vaskimenn.fo

Broytingar í treytum
Vit tilskila okkum rættin at broyta hesar treytir. Galdandi treytir verða altíð tøkar á heimasíðu okkara.

Nærri kunning ella spurningar fæst við at venda sær til kundatænastuna hjá Vaskimenn.fo

Vaskimenn
Tlf: 503300
T-post: nethandil@vaskimenn.fo

Keypskurv
Scroll to Top