Treytir í samband við vindeygavask
Legg til merkis, at vindeygavaskið kann í fyrsta lagi verða mánaðin eftir inniverandi mánaða. Tað er bæði galdandi um tú bíleggur eitt vindeygavask og um tú teknar tær eitt hald.
- Eru húsini uttan fyri Havnina, Hoyvík ella Argir, kemur eitt koyrigjald à 100 kr. á prísin.
- Sum nú er, vaska vit bara vindeygu á húsum, har tað er koyrandi til úr Havn.
- Henda tænastan er fyri sethús í vanligari stødd (mesta lagi 30 vindeygu).
- Vindeygavask til stór sethús, bygningar oa kann bíleggast eftir avtalu (ring 503300 og hoyr nærri)
- Eftir vindeygavaskið, liggur ein seðil í postkassanum.
- Pengarnir verða trektir av kontu 2–3 dagar eftir, at vindeyguni eru vaskað.
- Les um treytir og viðurskifti í sambandi við hald til vindeygavask her.